Byggiharri: Eiðis Kommuna
Prosjekt: Fótbóltsvøllur 2015, Ítróttarhús 2015 Uppskot
Byggiár: Fótbóltsvøllur 2015 (Ítróttarhúsð 2016-2017)
Kostnaður:
Vídd: Ítróttarhús 680 m2 (báðar hæddir)
Eiðis Kommuna hevur lati nýggjan fótbóltsvøll gera, í Hólmanum á Eiði. Eisini er ætlanin at gera eitt nýtt hús við fótbóltsvøllin.
Ítróttarhúsið er 680 m2 til víddar, tá eru báðar hæddirnar íroknaðar. Upp at niðaru hæddini, vera 300 áskoðarapláss, umframt at áskoðara stabbar vera í lendinum uttanfyri húsið.
Í niðaru hæddini verða umklæðingarrúm, vaskirúm og goymslur o.s.fr.. Á ovaru hæddini verða hølir til umsiting, venjingarhølir og felagshølir.
Uttanumøkið er skipa soleiðis, at tú sum vitjandi sleppur til báðar hæddirnar.