Byggiharri: Kirkjuráðið fyri Sjóvar Kirkju
Prosjekt: 2012
Byggiár: 2013-2014
Kostnaður: 5,0 mió.
Vídd: 300 m2 (báðar hæddir)
Nýggja Kirkjuhúsið við Sjógv á Strondum, er bygt upp at Sjóvar Kirkju. Partur at verkætlanini var eisini at gera túnið frammanfyri kirkjuhúsið, sum bindur kirkju og kirkjuhúsið saman.
Kirkjuhúsið er bygt í 2 hæddum, og er pláss fyri uml. 160 fólkum í senn.
Kirkjuhúsið verður brúkt sum supplemang til sjálva kirkjuna, tá tað m.a. er tørvur á meira plássið o.s.fr.. Kirkjuhúsið verður m.a. eisini brúkt til sunnudagsskúla, meðan vanlig gudstænasta er í kirkjuni, konfirmantalestur og annað arbeiðið í kirkjuhøpi. Eisini eru skrivstova og køkur í kirkjuhúsinum.