UM OKKUM

2015-12-11_1840


EM Ráðgeving er ein teknistova ið dagliga arbeiðir við uppgávum bæði innan bygging og anlegg. Okkara kundaskarði eru kommunur og vinnuvirkir, umframt almennir og privatir byggjharrar.

OKKARA FYRIMUNIR

1.

14 ár á baki
innan ráðgevaravinnuna

Vit hava 14 ár á baki sum virkið innan ráðgevaravinnuna, og hevur virkið við hesum drúgvar royndir at vísa á. Starvsfólkini hava frá 7 til 20 ára royndir inna yrkið. Afturat hesum, hava øll starvsfólkini drúgvar royndir frá byggivinnuni, við sær í viðførinum.

2.

Hvat hava
vit gjørt

Prosjektini gjøgnum árini hava spent seg víða. Alt innan bygging og anleggsprosjektir, og planlegging og stýring av hesum prosjektum. T.v.s. alt frá byggiprogrammi og uppskotið, til prosjektering av prosjektinum, umframt fakeftirlitið og byggileiðslu undir bygging.

Samansetingin av starvsfólkunum ger, at vit kunnu veita allar tænastur sum hava við útinnan og stýring at gera, í samband við einstaka prosjektið.

3.

kundans
nøgdsemi

Sum virkið leggja vit størsta dentin á, at kundin verður hoyrdur, og at kundin far tað vøru sum kundin hevur ynskt.

Eisini er tað av alstórum týdningi fyri okkum, at ráðgeva kundanum soleiðis, at prosjektið kann gerast innanfyri ásettu fíggjar,- og tíðarrammu.

TOYMIÐ