Búmerki

BÚMERKIÐ

Búmerkið er ein bygningur við fýra súlum. Súlurnar geva búmerkinum ein klassiskan dám og leiða hugan aftur til grikkalands og rómverjaveldisins, haðan øll vesturlandamentanin er sprottin. At úttrykkið er klassiskt, gevur hyggjaranum eina kenslu av, at ein hevur byggir á alt, sum er væl roynt av tíðarinnar tonn.

Takið á bygninginum er runt og kann virka sum ein glaskupul. Búmerkið er teknað í trívídd, har hyggjarin stendur lágt niðri, nakað til síðis, og hyggur uppeftir at bygningsverkinum. At búmerkið er teknað í trívídd gevur búmerkinum ein nútíðarligan dám. Ein slík samanblanding av klassiskari og ným.tans byggilist er nakað, sum vil síggjast til allar tíðir, og virkar spennandi, men samstundis trygt.

LITIRNIR

Í búmerkinum eru tveir litir: myrkablátt og ein ljósur blágráur litur. Tann myrkablái liturin er í búmerkinum og skriftini, meðan tann ljósari liturin er í undirtekstinum og skugganum.

NAVNASKRIFTIN

Navnið er sett við eini skrift, sum eitur Minion. Hon byggir á ta klassisku traditiónina og er bygd á rómversku skriftina Trajan, sum sæst á Trajan súluni í Róm. Robert Slimbach teknaði Minion fyri Adobe og fyrsta útgávan kom út í 1990.

ADRESSUSKRIFTIN

Til adressuskrift á brævpappírum o.ø. er Minion eisini brúkt.

BRÆVASKRIFTIN

Til brævaskrift kann ein brúka Minion. Um ein ikki hevur hana inni, kann ein nýta Times; hon líkist nógv Minion.

Nota Bene

Teir tveir uppsetingarhættirnir eru avgerandi og endaligir. Ein eigur ongantíð at yta, minka ella vaksa merkið í mun til navnaskrift, ella øvugt.
Búmerkið eigur at hugsast sum merki og navnaskrift; tveir javnt tý.andi lutir.

At búmerkið einans hevur tveir uppsetingarhættir er ein styrki, tí jú meira monotont og sterkt verður eyðkennið.

Sjúrður Højgaard. Graskur sniðgevi. MHÍ ´97.

 

 

EMR_logo1_lit_positivt  EMR_logo2_lit_positivtEMR_logo2_lit_negativt  EMR_logo1_lit_negativt

 

EMR_logo1_sh_positivt  EMR_logo2_sh_positivt  EMR_logo1_sh_negativt  EMR_logo2_sh_negativt